Ríkis- og stjórnarleiðarar úr øllum heiminum hava fyrrapartin ynskt Barack Obama, forseta tillukku við valsigrinum. Millum teirra, sum hava sent Obama góðynski, er kinesiski forsetin, Hu Jintao, sum sigur, at sambandið millum Kina og USA er batnað munandi tey árini, Obama hevur sitið við valdið.
Eisini kinesiski varaforsetin, Xi Jinping, hevur sent amerikanska varaforsetanum, Joe Biden, heilsan í sambandi við valið.
-Kina hyggur fram í tíðina og fer at leggja seg eftir at halda fram við sambandi og samstarvi landanna millum, stendur í einari yvirlýsing frá uttanríkisráðnum í Beijing.
Franski forsetin, Francois Hollande, sigur í síni heilsan til Obama, at úrslitið av amerikanska valinum er týðandi fyri USA og fyri allan heimin.
Týski kanslarin, Angela Merkel, sigur, at hon hevur havt gott samatsrv við Obama tey seinastu fýra árini og gleðir seg til at halda fram við tí. Merkel vónar, at Obama kemur til Týsklands at vitja skjótt.