- Tað hevur manglað eitt hús í samband við kirkjuna, har tað ber til at hava smærri sosial tiltøk, ið fólk kunna savnast til. Við hesi ætlanini fáast eini hús við skrivstovu, fundarhøli og sali til smærri tiltøk, har tað ber til at dekka upp til 80 fólk.
Tað sigur Jákup Tróndheim, formaður í kirkjuráðnum í Leirvík, um ætlanina at byggja nýtt kirkjuhús í bygdini. Fyrr í mánaðinum varð skipað fyri einum kunnandi tiltaki í Leirvík, og sambært heimasíðuni hjá fólkakirkjuni, so vóru nógv fólk møtt fyri at læra meira um verkætlanina.
Jákup Tróndheim greiðir frá, at talan er um eina nýggja verkætlan, og hevur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, teknað tað, ið higartil er gjørt í samband við verkætlanina. Ongin tíðarætlan er gjørd fyri verkætlanina enn, men metir formaður í kirkjuráðnum, at nýggi bygningurin fer at kosta umleið tólv milliónir krónur. Og fyri at fíggja nýggja bygningin er neyðugt at hækka kirkjuskattin.
- Fíggingin er ikki komin til vega enn, men søkt hevur verið um at fáa staðbundna kirkjuskattin upp á 0,3 prosent frá 1. januar, men hava vit enn ikki fingið svar frá kirkjuligu myndugleikunum, um hetta letur seg gera, sigur Jákup Tróndheim.










