Annfinn Dam, kirkjuráðsformaður í Kollafirði, sigur í viðtalu við folkakirkjan.fo, at verandi kirkjan er ikki tíðarhóskandi. - Kirkjan liggur beint við høvuðsvegin, og traffikurin hoyrist inn í kirkjuna og órógvar gudstænastuna. Tað er einki vesi í kirkjuni og hurðin er ov smøl til summar kistur. Men kirkjan er friðað, og tí sleppa vit ikki at broyta nakað. Tí hava vit eitt ynski um eina nýggja kirkju, sigur Annfinn Dam, kirkjuráðsformaður, millum annað við heimasíðuna.










