Ynskja ikki tættari tilknýti til ES

FØROYAR OG ES Arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað møguleikar og avbjóðingar í framtíðar samstarvi við ES, handaði í morgun Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharra, sítt álit

Í eitt ár hevur ein arbeiðsbólkur kanna møguleikar og avbjóðingar í einum framtíðar samstarvi við ES. Í morgun handaði bólkurin so Jørgeni Niclasen sítt álit.
Setningurin hjá nevndini var at:

kanna fortreytirnar fyri, hvussu Føroyar fáa gagnligasta tilknýti til ES, ið millum annað fevnir um tey fýra frælsini, vørur, tænastur, kapital og persónar, umframt granskinging, útbúgving mentan og so framvegis.

Kanningarnevndin skal í hesum sambani kanna fyrimunir og vansar fyri, at Føroyar standa uttan fyri ES, eins og kanningarnevndin skal kanna fyrimunir og vansar við at Føroyar fara upp í ES. Harumframt skal kanningarnevndin lýsa munin millum at danski ES limaskapurin verður víðkaður til at fevna um Føroyar og ein sjálvstøðugan føroyskan ES limaskap, og greina fortreytirnar fyri báðum.

Nevndin hevur serliga hugt at fýra møguleikum, sum hava verið frammi í politiska kjakinum:
1 At víðka verandi samstarv
2 At Føroyar verða partur av danska ES limaskapinum
3 Sjálvstøðugur føroyskur ES limaskapur
4 EBS limaskapur

Ikki hug á ES
Talan er um ein arbeiðsbólk við 10 limum. Dentur hevur verið lagdur á, at nevndin røkkur so breitt landafrøðiliga og fakliga sum gjørligt. Somuleiðis hevur dentur verið lagdur á, at nevndin hevur havt limir, ið kenna ES gjølla innann ífrá.
Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg í Føroyum hava eisini verið væl umboðað, og í heila tikið hevur verið miðað eftir, at nevndin hevur dekkað so breitt sum gjørligt.
Summar av niðurstøðunum koma helst óvart á fleiri fólk.
Eitt nú staðfesti umboðið fyri Vinnuhúsið, at arbeiðsgevarar ikki hava nakað ynski sum so um eitt tættari tilknýti til ES. Í høvuðsniðurstøðuni verður sagt:
»Saman við Vinnuhúsinum og Samtaki eru Reiðarafelagið og Bóndafelagið av teirr áskoðan, at teirra áhugamál í høvuðsheitinum verða nøktað í verandi samstarvi við ES«.
Tað er serliga fiskivinnuspurningurin sum ger, at ivi er hjá fleiri, og breið semja tykist vera um, at ein avgjørd fortreyt fyuri føroyskum limaskapi í ES er, at Føroyar framhaldandi ráða yvir egnari fiskiveiðiskipan.
Høvuðsniðurstøðan endar við einum samandrátti, sum sigur soleiðis:
»Sum niðurstøðan vísir á, eru ongar lættar loysnir, tá talan er um at víðka samstarvið við ES. Avgerandi spurningar sum løgfrøðiligt atlit, politiskar raðfestingar, fíggjarligar og fyrisitingarligar avbjóðingar og spurningar sum ríkisrættarliga støða Føroya og felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES, mugu viðgerast og semjur finnast. Í verandi støðu tykjast summir av teimum fýra møguleikunum meira sannlíkir enn aðrir«.
Sum sæst ikki serliga ítøkiligt.
Nú skulu so allir partar nærlesa álitið, áðrenn nakað meiri hendir í málinum.




Í boks fyri seg:

Nevndin

Hákun J. Djurhuus, formaður: Deildarleiðari á deildini fyri heimshandil í Uttanríkisráðnum. Hevur áður starvast í 8 ár sum sendimaður í Brússel. Hákun er samfelagsfrøðingur við sergrein í europeiskari samansjóðing.

Achim Emde: Doktari í løgfrøði og starvast í týska fíggjarmálaráðnum. Framman undan starvaðist hann í ES Nevndini DG Trade, har hann millum annað umsat viðurskifti ES við Føroyar, EBS londini og Kanada.

Georgios Kritikos: Starvast í ES Ráðnum, í løtuni tó á WTO-deildini hjá Ráðnum í Geneve. Millum hansara málsøki eru Føroyar og onnur smærri landsøki. Hann hevur eina master í løgfrøði.

Per Fabricius Andersen: Er chef-konsulent á Europaskrivstovuni í danska uttanríkisráðnum. Hann hevur eisini eitt skifti starvast á donsku ES-sendistovuni í Brússel.

Marita Rasmussen: Stjóri í Vinnuhúsinum. Hon er útbúgvin sum fiskivinnufrøðingur frá Tromsø og Master í Business fyrisiting.

Atli Suni Leo: Starvast í Fíggjarmálaráðnum. Hann er cand.merc. í fígging og roknskapi. Atli hevur eisini eitt skifti starvast á EFTA-høvuðsborgini í Geneve.

Sonja J. Jógvansdóttir: Samskipari í Samtak. Sonja er stjórnmálafrøðingur og hevur áður starvast á sendistovu Føroya í Brússel.

Hanna í Horni: Doktari í altjóða politiki. Hanna starvast á deildini fyri heimshandli í Uttanríkismálaráðnum. Hon hevur somuleiðis áður starvast á sendistovu Føroya í Brússel.

Páll Holm Johannesen: Starvast á deildini fyri heimshandil í Uttanríkismálaráðnum. Páll er kandidat í europavísund. Páll hevur eisini eitt skifti starvast á sendistovu Føroya í Brússel.

Durita Lamhauge Jóansdóttir: Starvast á deildini fyri alment diplomati í Uttanríkisráðnum. Durita er kandidat í europsvísund. Hon hevur eisini lisið í Týsklandi.