Í hesum sambandi sóknast kommunan eftir umsøkjarum til hetta týdningarmikla starvið.
Sagt verður, at hesir sjáldbodnu sløkkiliðsmenninir skulu vera millum 20 og 40 ár, og skulu haraftrat hava ta stóra koyrikortið.
Ein onnur fortreyt fyri hesum arbeiðinum er, at viðkomandi skal hava eina góða heilsu. Og orsøkin til hetta er hin einfalda: Sløkkiliðsarbeiðið er krevjandi.
Í fráboðanini verður sagt, at tað verður veitt samsýning fyri venjingarnar, og fyri sløkkiliðsarbeiðið og bjargingararbeiðini.










