Ynskja fleiri føroyskar skaldsøgur

Árligi bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum verður sunnudagin, og temaið fyri pallborðið í ár er fáu føroysku skaldsøgurnar, og hvussu økjast kann um hesar.

Rithøvundafelagið heldur fast við gomlu traditiónina at skipa fyri einum árligum bókadegi.
Vanliga verður hesin dagurin hildin í Norðurlandahúsinum, men í ár er húsið upptikið av sangleikinum Jesus Christ Superstar, og tí hevu verið neyðugt at funnið onnur høli. Loysnin er eitt býti millum Miðlahúsið og Hvonn, har barnatiltakið, pallborðið og bókasølan umframt onkur upplestur verður í Miðlahúsinum, meðan flestu upplestrarnir so verða á Hvonn.
- Vit halda tað verða stuttligt og spennandi at royna nøkur nýggj høli, og tað verður áhugavert at vita, um bókadagurin verður eins væl vitjaður sum hann plagar, sigur Rakel Helmsdal, sum er forkvinna í Rithøvundafelagnum.
Á bókadegnum verða fyrst og fremst uppruna føroyskar bøkur vístar fram, men eisini týddar bøkur eru við.
- Tað eru ikki so nógvar føroyskar bøkur komnar í ár, men hinvegin er ein rúgva av týddum bókum. Talan er í fleiri førum um heimsbókmentir, sum jú eisini hava stóran týdning, sigur Rakel Helmsdal.
Bókadagurin er hildin fyri at seta fokus á bókmentir.
- Bókmentir er tann listargrein, sum er minst sjónlig. Fólk lesa bøkurnar heima í síni egnu stovu, og ljós verður ikki varpað á hesa listargrein á sama hátt sum eitt nú málningalist, tónleik ella sjónleik, sigur Rakel Helmsdal.

Signera bøkur
Dagurin byrjar klokkan 14 sunnudagin við einum barnatikltaki, sum verður ´øi Miðlahúsinum.
- Har verður millum annað eitt barnakór, sum fer at syngja, og síðani verður høvi hjá børnunum at tekna. Klokkan trý byrjar so sjálvur bókadagurin, sigur Rakel Helmsdal.
Rithøvundarnir til nýggju bøkurnar verða sjálvandi til staðar, og fleiri teirra fara at hava upplestur.
- Flestu upplestrarnir verða á Hvonn, tó at onkur verður í Miðlahúsinum. Sjálv bókasølan verður eisini í Miðlahúsinum, og so kunnu fólk ganga ímillum. Tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga, sigu Rakl Helmsdal.
Rit & Rák hevur í fleiri ár staðið fyri bókasøluni, og tað gera teir eisini í ár, og sum vanligt kunnu fólk fáa bøkurnar signeraðar av høvundanum.
Rithøvundafelagið er eitt rímiliga stórt felag við omanfyri hundrað limum.
- Treytin fyri at gerast limur í Rithøvundafelagnum er, at tú í minsta lagi skal hava skrivað eina bók. Limatalið er rímiliga stórt, men tað eru sjálvsagt ikki allir limir, sum eru aktivir, sigur Rakel Helmsdal.