Ynskja flóttafólkum vælkomnum til Føroya

Føroyingar ræðast ikki flóttafólk, vísir ein nýggj kanning

Nýggj kanning vísir, at stórur meiriluti av føroyingum hevði verið sinnaður til at latið flóttafólk búð í Føroyum

 

Tað staðfestir ein nýggj kanning, Gallup hevur gjørt fyri Amnesty í Føroyum.

 

Kanningin vísir, at 77 prosent av føroyingum eru púra samdir, ella partvís samdir í, at landsstýrið eigur at gera meiri fyri at hjálpa flóttafólkum.

 

Annars vísir kanningin, at 80 prosent av føroyingum eru til reiðar at lata flóttafólk sleppa til Føroya, og av teimum høvdu 40 prosent einki havt ímóti, at tey búðu í bygdini, ella í grannalagnum, og 12 prosent høvdu enntá latið hurðina upp, og latið flóttafólk búð heima hjá teimum.

 

Hinvegin eru tað 20 prosent av føroyingum, sum vilja nokta flóttafólki at flutt til Føroya.