Javnaðarflokkurin leggur, eins og væntað, stóran dent á, at um nøkur broyting skal gerast í ríkisrættarligu støðu Føroya, skal tryggjast, at talan er um eina avtalu, ið tryggjar einstaka føroyinginum møguleikar fyri einum ríkum og virknum lívi. Hetta heldur flokkurin ikki bera til við fullveldishugsjónunum hjá verandi samgongu, og als ikki hjá Tjóðveldisflokkinum. Tó vísir Javnaðarflokkurin í sama viðfangi á, at flokkurin ynskir broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, um ikki so víttfevnandi broytingar, sum tær, Tjóðveldisflokkurin ætlar at fremja í verki.
Tríggjar orsøkir
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað eru trý viðurskifti, ið hava sett gongd á fullveldisrákið. Tað er gamalt, og er talan í hesum føri um spurningin, hvørt tað ber til hjá Fólkatinginum at taka aftur tær heimildir, tað hevur givið Løgtinginum gjøgnum heimastýrisskipanina. Tað, føroyingar ynskja, er at fáa staðfest, at hendan heimild ikki kann takast aftur.
? Tað næsta av viðurskiftunum er, at Føroyingar ynskja at fáa staðfest, at løgtingslógir hava somu tyngd sum fólkatingslógir og at staðfesta, at ein løgtingslóg ikki kann víkja fyri eini fólkatingslóg. Triðja punktið er, at føroyingar ynskja at fáa rættindi at gera altjóða avtalur og sáttmálar, uttan neyðugt er at spyrja danir um loyvi til tess, sigur Jóannes Eidesgaard, ið er púra samdur í hesum trimum punktunum, og heldur tey vera ein ógvuliga góðan málsetning at arbeiða eftir.
Samstundis setir Jóannes Eidesgaard spurningin, um tað bert ber til at uppfylla hesar treytir, um vit fáa føroyskt fullveldi. Spurninginum svarar hann sjálvur, og sigur, at sambært teimum 15 síðunum í sjálvari Hvítubók, ið eru ítøkiligar, ber hetta ikki til. Men skundar hann sær at viðmerkja, at hetta ikki er sætt, tí í uppskoti floksins um sjálvstýrislóg ber til at uppfylla treytirnar, og tískil ber til at finna eina loysn innan ríkisfelagsskapin. Og er tað hesum, Javnaðarflokkurin ætlar sær at arbeiða fyri.
Politisk rørðsla
Staðfest er við fimm tumma seymi, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við fullveldisætlanunum hjá Høgna Hoydal og øðrum. Flokkurin heldur, at hesar ætlanir beinleiðis seta vælferina hjá vanliga føroyska húskinum í vanda. Men Javnaðarflokkurin er tó ikki bangin fyri, at fullveldisætlarnirnar verða framdar í verki í tí líki, Tóðveldisflokkurin ætlar.
Sum grundgeving fyri hesum, vísir Jóannes Eidesgaard á, at tað í íslendsku fullveldisgongdini var talan um eina fólkarørðslu, ið ynskti íslendskt fullveldisríki. Sambært formanni Javnaðarfloksins, er talan ikki um eina slíka fólkarørðslu í Føroyum í dag, men heldur um eina samgongupolitiska ella kanska bert flokspolitiska rørðslu. Tískil væntar hann ikki meiriluta fyri føroyskum fullveldi, eins og Høgni Hoydal og aðrir.
Løgmaður gav til kennar í Sosialinum leygardagin, at hann ynskir eina breiða semju í Løgtinginum, áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðu Føroya. Síðani er spurningurin, um tað ber til at fáa eina slíka semju. Jú, sambært formanni floksins sær Javnaðarflokkurin møguleika fyri einari breiðari semju, men vísir hann í sama viðfangi á, at hon ikki verður skorðin eftir tí leisti, Tjóðveldisflokkurin ynskir. Hann sigur, at Javnaðarflokkurin ikki stendur fast við, at neyðugt er at finna eina loysn innan ríkisfelagsskapin.
? Minnast má til, at ein avger um loysing frá Danmark er ein avger, ið ikki ber til at taka aftur, tá hon er tikin, eins og til ber at koma við broytingaruppskoti til eina skattalóg, dagin eftir hon er samtykt. Tí mugu vit taka hetta mál í álvara og halda bæði beinini á jørðini, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann leggur afturat, at Javnaðarflokurin altíð er at fáa fatur á, og nú flokkurin hevur meldað út, stendur tað til løgmann, um hann tekur upp samband við flokkin.