– Endalig loysn skal finnast til vegainnføringina frá Eysturoyartunlinum.
Soleiðis sigur nýggja samgongan í Tórshavnar Býráð í samgonguskjalinum um innkoyringarvegin til Havnina.
Undanfarna býráð hevur gjørt avtalu við Innlendismálaráðið um, at tunnilsfelagið skal rinda 27 milliónir krónur av vegaføringini, og semja er um, hvussu vegurin skal førast frá Sandvíkarhjalla
Annika Olsen sigur, at tey í næstum fara at hyggja upp á avtaluna, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Henrik Old, landsstýrismaður, hava undirskrivað. Hon sigur, at eingin politisk ósemja er um, hvussu vegurin skal gerast. Men at nýggja býráðið við hava eina samlaða loysn, sum tryggjar, at ferðslan inn í býin verður trygg og ikki skapar fløskuhálsar.
– Vit vilja hava eina endaliga loysn, soleiðis at ferðslan ikki bara verður flutt av Hvítanesvegnum til Sundsvegin og Villingardalsvegin, sigur Annika Olsen.
– Tað er eisini ein trupulleiki, at eingi pengar eru settir av á løgtingsfíggjarlógini, heldur ikki á langtíðarætlanini, og verða pengar ikki settir av, so hevur avtalan einki virði kortini, sigur hon.
– Men tað er týdningarmikið fyri menningina av býnum, at infrakervi er í lag, og tað fara vit at leggja stóran dent á.
Nógv kjak hevur verið um, hvussu ferðslan inn og úr Havnini skal skipast, serliga aftan á, at Skálafjarðatunnilin er komin. Annika Olsen sigur, at hon sjálvandi skal ansa sær, so hon ikki verður inhabil í málinum, tí hon býr við Villingardalsvegin, men hon vil fegin tryggja sær, at ein endalig loysn verður funnin.
Ætlanin, sum nú liggur í kortunum, snýr seg um veg, sum byrjar við Skarðshjalla og gongur umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin norður um Havnina og til Oyggjarvegin. Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekkir, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum fer í størst møguligan mun at verða nýtt til vegagerðirnar
Norðan fyri innkomuvegin fer kommunan at leggja ein veg við tilfari frá undirsjóvartunlinum, og skal hesin vegurin hava samband við landsvegin.
Ávikavist Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar til endamálið. Kommunan ger vegirnar, og landið ger íbindingina ella flættingina til landsvegin. Landið ger eisini allar aðrar neyðugar íbindingar ella flættingar í landsveg.
Orðingin um ferðsluna til vesturbýin er eitt sindur minni ítøkjulig, tí har stendur, at »tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur á strekkinum frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin«. Men avtalað er, at landið og Tórshavnar kommuna fíggja gerð av tunlinum helvt um helvt, og at tunnilin verður landsvegur.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt nakað av vegnum, sum ikki eru tiknir í nýtslu enn. Ein stubbi er millum Villingardalsvegin og Sundsvegin. Brúgv er gjørd um Hoydalsá og vegur – um enn ikki liðugt gjørdur – heilt yvir til rundkoyringina í norðara enda á Løgmannabreyt.
Annika Olsen sigur, at tær íløgur, sum longu eru gjørdar, sjálvandi eiga at verða tiknar í nýtslu sum skjótast og vísir á, at tað er beinleiðis vandamikið, soleiðis sum brúgvarnar standa til ampa í hálvum gekki.
Sambært avtaluni verður uppgávan hjá landinum at gera teir vegir, sum á myndini omanfyri eru teknaðir við grønum og reyðum. Síðani ger Tórshavnar kommuna vegirnar, sum eru teknaðir við appelsingulum. Hetta er vegur, sum bindur saman Sundsvegin – og harvið eisini Villingardalsvegin – Flatarvegin og Klingruna.
Nýggi innkoyringarvegurin byrjar inni móti Sundi. Haðani gongur hann so upp á Skarðshjalla og Sandvíkahjalla, og haðani gongur hann suður ímóti Stórutjørn, har hann snarar vestureftir móti Klingruni.










