Ynskja at útflyta fisk til Turkalands og Kina

Vinnuhúsið hevur í mai í ár spurt 16 fiskaútflytarar um marknaðaratgongd. Millum annað vórðu fyritøkurnar spurdar hvørji lond, tey serliga kundu hugsað sær at útflutt til, um ongar forðingar vóru. Aftur hesaferð var Turkaland ovast á listanum, og síðani Brasil, Suðurkorea og Kina.

 

Í hesum londum eru tað serliga tollforðingar og/ella vantandi veterinerar avtalur, sum forða útflutninginum av føroyskum fiskavørum. Fríhandilsavtala er gjørd við Turkaland, men framvegis vantar ratifiseringin í turkiska tjóðartinginum, áðrenn avtalan kann fáa gildi. Samband er millum brasilskar og føroyskar matvørumyndugleikar, so vónandi fæst ein avtala eisini í lag á hesum øki.

 

Onkrar fyritøkur nevna eisini aðrar forðingar fyri útflutninginum, nakrar av generellum slagi, og nakrar sum eru serligar fyri ávís lond. M.a. nevna fyritøkurnar vantandi eksportkreditt til ávís lond, vantandi MSC-góðkenning av ávísum fiskasløgum og kostnaðarmiklar og stirvnar mannagongdir í sambandi við sonevndar IUU-váttanir.