Ynskja at leiga Jákup út

Føroyski áleyparin hevur ilt við at sleppa upp í part á besta liðnum hjá FC Midtjylland.

Jákup Thomsen stríðist við at sleppa upp í part á besta liðnum hjá FC Midtjylland, og nú sigur danska felagið seg ynskja, at føroyski áleyparin verður leigaður út.


19 ára gamli áleyparin, sum eisini er á føroyska U21-landsliðnum, var seinnu helvt av kappingarárinum í fjør útleigaður til Skive í næstbestu deildini.


- Jákup Thomsen og Mikael Anderson vilja vit gjarna sleppa at leiga út, sigur ítróttarstjórin í FC Midtjylland, Claus Steinlein, við heimasíðuna bold.dk.


Um tað skal eydnast at leiga Jákup út, so má FC Midtjylland gera skjótt av. Flytingargluggin letur nevniliga aftur hóskvøldið á midnátt.