Ynskja at bíða við størri keypum

Húsarhaldini meta búskaparstøðuna og fíggjarstøðu teirra verða betri um eitt ár

 

– Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp, skrivar Hagstovan

Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar fyri januar er 0 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð í juni í 2022, tá vísitalið fyri brúkaravæntanirnar vísti -5. Tað skrivar Hagstovan.

Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru munandi færri hesaferð í mun til kanningina í januar 2022, ið meta tað verða røttu løtuna. 

– Vit skulu heilt aftur til tíðina undir fíggjarkreppuni fyri at síggja eitt eins lágt nettotal. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið, skrivar Hagstovan.

Í brúkarakanningini siga húsarhaldini seg vænta, at arbeiðsloysið um eitt ár sammett við í dag verður størri.

 

Stutt um konjunkturbarometrið

 

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnir og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

 

Stutt um treystitalið

 

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

 

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

 

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

 

Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

 

– Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp, skrivar Hagstovan