Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, hevur millum annað vitja á Pelagos, á ferð síni í Føroyum.
Enn er lítið sum minnir um eina pelagiska vinnu í Grønlandi, men í ár verður royndarfiskiskapur eftir pelagiskum fiski gjørdur. Kim Kielsen dylur ikki fyri, at teir halda eyga við gongdini í Føroyum og eisini vilja fylgja føroyska leistinum, við at royna at fáa fiskin um grønlendskan bryggjukant.
- Vit hava stórar avbjóðingar, serliga í eysturgrønlandi, við manguli av arbeiðsplássum. Í eysturgrønlandi eru einans eini tvey, trý flakavirki, og tí hevði tað verið frálíkt, at fingið eitt pelagisk virki hagar eisini, sigur Kim Kielsen.
Hann sigur tó, at tað hevur stóran týdning, at um nakað slíkt virksemi skal skapast í Grønlandi, at tað førir til arbeiðspláss á landi, umframt at tað hevur aðrar samfelagsligar ágóðar við sær.
- Avbjóðingin er tó allur ísurin, sum er í grønlendskum sjógvi. Hóast eysturgrønland liggur nær fiskileið, so mugu skipararnir avgera, um tað loysir seg betri at sigla tríggjar tímar gjøgnum ísin inn til Grønlands ella tveir tímar til Íslands, sigur landsstýrisformaðurin.
Fremsta málið hjá grønlendskum myndugleikum í løtuni er tó at fáa viðurkenning sum strandaland í kvotusamráðingunum framyvir.
- Júst nú er ynski at fáa viðurkenning sum strandaland, og tí royna vit eftir pelagiskari veiðu, fyri at vísa, at vit hava makrel, svartkjaft og sild eisini í grønlendskum sjógvi, sigur Kim Kielsen.
Tað verður tó fyribils uttan føroyskan stuðul. Aksel V. Johannesen sigur, at hóast hann skilir grønlendska ynski, so fara føroyingar ikki beinleiðis at stuðla ynskinum enn.
- Vit hava júst gjørt eina avtalu við ES og Noreg um býtið av kvotuni næstu fimm árini, so vit eru eitt sindur bundin av hesi avtaluni, sigur Aksel V. Johannesen, sum tó ikki er heilt avvísandi til grønlendska ynskið.
Grønlendski landsstýrisformaðurin skilir støðuna hjá Føroyum, men væntar at fáa føroyskan stuðul sum frá líður.
- Nú skulu vit endurupptaka hesa samstarvsavtaluna frá 2007 og undirskrivað hana av nýggjum. Tá vit hava fingið hesar rammurnar upp á pláss, vænti eg, at vit fara at stríðast fyri okkara felags áhugamálum framyvir, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.