Ynskir sær føroyskar leikarar

Walisiskur venjari í Íslandi kundi hugsað sær føroyskar leikarar.

Liam Killa, sum kappingarárið 2009 spældi átta dystir við AB í føroyskum fótbólti, hevur seinastu seks árini búleikast í Íslandi, har hann hevur stovnað familju og framhaldandi spælir fótbólt.


Fyri einari viku síðani varð hann settur í starv sum leikandi venjari hjá Hamar, og í løtuni leitar Liam eftir nýggjum leikarum til liðið. Hann hevur vent sær til okkara við boðunum um, at føroyingar eru vælkomnir.


- Vit spæla í niðastu deildini, men hetta er ein góður møguleiki at njóta eitt summar í Íslandi, at royna nakað nýtt og samstundis lata dyr upp fyri øðrum íslendskum feløgum, sigur Liam Killa.


Hamar heldur til í Hveragerði, áleið 35 minuttir í bili frá Reykjavík, og málsetningurin er uppflyting. Felagið hevur góðar umstøður við grasvølli og innandura graslíkisvølli um veturin.


Kappingarárið í 4. deild, sum deildin eitur, byrjar í mei, men um mánaðarskiftið mars-apríl verður farið í holt við venjingardystir og venjingarkappingar.


Liam sigur, at føroyingar, sum eru áhugaðir ella hava spurningar, eru vælkomnir at seta seg í samband við hann annaðhvørt á facebook ella umvegis teldupost á liamkilla7@hotmail.co.uk.