Ynskir grunn at fíggja evropeiskar dystir

Hallur Danielsen ynskir ein grunn, sum kann fíggja regluligari føroyskari luttøku í Evropa.

Um vikuskiftið spældi kvinnurnar hjá Kyndli í EHF Cup, men tað er annars ógvuliga sjáldan, at føroysku meistaraliðini velja at taka av evropeisku avbjóðingunum, sum stendur teimum í boði eftir eitt vunnið meistaraheiti.


Orsøkirnar eru uttan tann stóra peningaliga fíggingin, ið krevst, og Hallur Danielsen, sum er í umsitingini hjá Hondbóltssambandi Føroya, skjýtur upp, at ein grunnur verður settur á stovn fyri at tryggja regluligari føroyskari luttøku í evropeiskum høpi.


- Føroyskur hondbóltur hevur ikki luttikið í europeiskum kappingum í tann mun vit høvdu ynskt. Mennirnir hjá Neistanum seinast og nú kvinnurnar hjá Kyndli hava prógvað, at tíðin er komin at finna skipanir, sum framyvir tryggja regluliga føroyska luttøku í hesum kappingum. Øll eru samd um, at svarið er ein fíggjarlig gularót. Vit mugu seta á stovn og finna fígging til ein grunn, sum framyvir kann stuðla føroyskum meistarum og steypavinnarum í teirra europeisku luttøku, skrivar Hallur Danielsen á vælumtókta bólkinum Hondbóltskjak á facebook.


Tað tykist greitt, at um føroysk lið skulu luttaka evropeisku kappingunum, so kostar túrurin til útivallardystin nakrar 100.000 krónur alt eftir hvussu long ferðin er.