Ynskir Bjørt Samuelsen tillukku við avrikinum

– Eg skilji væl, at undanfarna samgonga ikki tordi at prika til ta sovandi bjørnina, sum vit nú hava vakt

– Eg fari at ynskja Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Vinnunevndini tillukku við, at vit nú eru komin hartil, at vit skulu atkvøða um eina nýggja fiskivinnunýskipan. 

 

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú løgtingið viðgerð uppskotið um eina nýggja fiskivinnunýskipan.

 

Tað, hann sipar til, er, at í dag eru vit loksins komin í ta støðu, at Løgtingið skal atkvøða um eina nýggja fiskvinnuskipan, eftir eina oyðilamarkargongd í átta ár.

 

Hann sigur, at viðgerin í Vinnunevndini, hevur verið drúgv, men hon hevur eisini verið gevandi, har sjónarmiðini hjá vinnuni eru tikin til eftirtektar

 

Fiskivinnan røkkur inn í hvørt heim í Føroyum og Bjarni Hammer skilur væl undanfarnu samgongur, at tær ikki hava torað at prika undir ta bjørnina, so tað er nógv lættari bara at skúgva tað frá sær og tveita apuna til onkran annan.

 

Men hendan samgongan tordi so at vekja bjørnina, og tað fegnast hann um. Men hann ásannar at tilgongdin hevur verið baldrut.

 

Hann sigur, at hóast andstøðan ikki tekur undir við hesum, eru tað stórir partar av uppskotinum, andstøðan innast inni tekur undir við. Hann harmast um at undanfarna samgonga, sum segði fiskiveiðiloyvini upp, nú setir seg fullkomiliga uttan fyri alla ávirkan, nú ein nýggj fisivinnuskipan skal gerast.

 

Og hann heldur, at fáa vit nú eina fiskivinnuskipan, undanfarna samgongan ikki vil vita av, hevur hon barasær sjálvum at takka fyri tað.

 

– Ístaðin fyri at avgreiða málið sjálv, hevur undanfarna samgonga latið tað upp í hendurnar á hesi samgonguni, at gera eina nýggja fiskivinnskipan, hóast hon má hava vitað, at vit fara at koma við eini fiskivinnuskipan, sum undanfarna samgongan ikki tekur undir við.

 

Hann væntar ikki, at ein komandi samgonga fer at kollvelta hetta uppskotið aftur eftir eitt nýtt løgtingsval, men eyðvitað verður tað tillagað, og tað verður tað eisini, heldur hendan samgongan fram.