Ynskir abbasoninum góða eydnu í AB

Abbi fóbtólstsnillingin Kristin R. Mouritsen, sum í gjár skifti frá HB til AB – og sum næsta kappingarár tí skal spæla fótbólt »hinu megin áarbakkan«, sum abbin tekur til, ynskir abbasoninum bestu eydnu

Johan Restorff, fyrrverandi stjóri á Hotel Hafnia, er abbi fóbtólstsnillingin Kristin R. Mouritsen, sum nú hevur skift frá HB til AB – og sum næsta kappingarár tí skal spæla fótbólt  »hinu megin áarbakkan«, sum abbin tekur til, ynskir abbasoninum bestu eydnu hjá »havnarmonnunum« úti á Argjum.

 

Hann skrivar soleiðis til in.fo í eini heilsan til abbasonin:

 

– Hey Kristin – góði dóttirsonur! Rokni avgjørt við at teir á »vestara áarbakka« eru fegnir um, at tú vilt leggja áhuga og orku tína í teirra hold, og at tit saman fáa góð úrslit, sum »Vit Havnarmenn«, saman við argjamonnum fara at fegnast um.

 

Hjartaliga tillukku.

 

Omma og abbi, Esther og Johan Rerstorff

 

Lesið eisini: Tí hevur Kristin skift til AB