Ynski mær ein nýggjan løgmann

- Eg vil helst gloyma tær vanlukkuligu politisku avgerðirnar, sum eru við til at gera okkara samfelag til eitt kensluleyst samfelag, sigur Maud Wang Hansen.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Summarið saman við øllum okkara børnum og vitjan av familju og vinum úr útlondum. Túrar í náttúruni, at svimja á sjónum, at vera á seiðabergi og í brúdleypi hjá Lindu og Bjarta á summarfestivalinum.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Brúdleypsferðin við cruise-skipi á Miðjarðarhavinum. Ein fantastisk ferð við Norwegian Epic úr Spania til trý støð í Italia, Marseille í Fraklandi, Palma de Mallorka og aftur til Barcelona í Spania. Veðrið var av tí allar besta, og tað var fantastiskt bara at njóta frídagarnar saman við mínum elskaða manni, Fríðrik, sum eg giftist við hin 28.12.2012.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Allar tær vanlukkuligu politisku avgerðirnar, sum eru við til at gera okkara samfelag til eitt kensluleyst samfelag, har vit ikki taka hond um børnini, har almannamál ferð eftir ferð verða skúgvaði til viks. Har barnaumboðsstovnurin ikki varð samtyktur, at “Eg og tú-ráðgevingin” ikki varð samtykt, at tey heimleysu ikki fáa betri sømdir, og at tað er lættari at fáa undirtøku fyri politiskum málum, sum kosta okkum dýrt, heldur enn at samtykkja mál, sum betra um grundleggjandi rættindi hjá borgarum í Føroyum.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Ein nýggjan løgmann! er seinasta og stutta svarið hjá Maud Wang Hansen.