Ynkstu okkum at síggja ein tikara?

Sjey føroyingar hildu jól í Royal Chitwan National parkini i Nepal

Fyri ein og hvønn eru jólini nakað heilt serligt. Men fyri Tommy Petersen, Maju Larsen og døtrar teirra, Liv og Gydju á Argjahøvda og vinfolk teirra Irdi Neshamar, Ninu Brockie og útisetarnar, Jan á Argjaboda og Torgunn Kragesten, skuldu hesi jólini verða eini ógloymandi. Tey høvdu avgjørt at halda jól á ein heilt óvanliga hatt. Nevnliga i frumskóginum, ið nevnist Royal Chitwan National Park. Familjan Petersen hevur búð i nærum hálvtriða ár í Nepal, meðan Jan og Torgunn fluttu til Kathmandu fyri mánaðum sídani. Og hóast frumskógurin ikki er so langt heiman í frá, er ein slík útferd ikki gerðandiskostur.

Eitt sindur um Royal Chitwan National Parkina
Umleið 120 km úr Kathmandu liggur ein hin kendasta tjóðarparkin i Nepal. Chitwan liggur sunnan fyri býin, Narayngadh, og hevur eitt tað ríkasta djóralivið í allari Asiu. Áirnar, Rapti og Narayani, liggja sum mark á norðrara endanum av parkini.
Til og við 1950 var loyvt at veiða øll djór í parkini og serliga var tað kongurin i Nepal, ið tók vinir sinar út hagar til at skjóta tikarar, nashyrningar og mong onnur djór.
Síðani varð roynt at vinna á malariu í fimmti og sekstiárunum, og mørkini vórðu opnað fyri indarum og ættum úr fjøllunum norðanfyri. Samstundis vórðu djórini noydd at flýggja til útjaðaran av plantasjuni. Í 1963 bleiv so eitt øki friðað, og í 1973 bleiv frumskógurin at enda gjørdur til eina tjóðarpark fyri soleiðis at bjarga teimum seinastu tikarum og nashyrningum í Nepal. Menniskjuni, ið høvdu sett buúgv har, fingu hvør sín lut av jørðini uttan fyri plantasjuna.
Parkin er uml. 932 km2. Størsti parturin er skógur, og ein partur liggur i Churi fjøllunum, sum í støðum kemur upp í 800 metra hædd. Men har sum føroysku familjurnar skuldu halda til var í láglendinum.

Ferðin til Chitwan
Tíðliga lítla jólaaftan varð lagt avstað. Fyri at koma til frumskógin varð fyrst og fremst neyðugt at koma út úr krókuta Kathmandudalinum. Og tað var ikki bara at siga tað, tí at ferðslan er mikil, og ein varð heppin at hitta folk, ið dugdi at halda ferðslulógina í Nepal. So torført kundi tað tykast at koma fram. Men eftir at hava koyrt í nakrar tímar avgjørdu vit at steðga og siggja Devghat, har ið bilførdarin hjá Tommy var blivin fráhaldsmadur. Dev merkir ?Gud? og ghat merkir ? har ið áirnar møtast?. Hetta er ein heilagur staður, har ið nógvir nepalesar koma til at liva sinar seinastu dagar. Fólkini vóru sera blíð og tóku væl ímóti ferðafolki. Nógv bleiv gjørt burtur úr, og øll fingu ?Tika?(bletturin á pannuni) frá einum guru, ið sat við templi. Sjalvandi vantaði hann at faa eitt oyra afturfyri. Síðani helt ferðin áfram.

Móttikin av einum majori
Tá ið vit vóru komin so langt, ið til bar við egnum bili, vóru fólk frá Tiger Tops og tóku ímóti okkum. Sjálvur hægsti maðurin, Majorurin, tók væl ímóti fólki og bjóðaði okkum upp í stóru jeeparnar, sum skuldu føra okkum víðari inn í frumskógin har vit skuldu gista. So skjótt vit settu fotin i jeepin, fekk ein ferðil av, at nu var safarian byrjað, og spent vóru vit øll.

Langt inn i skógin
Tað kendist sum ævir áðrenn vit komu inn har, ið vit skuldu gista. Og tann sjon, ið møtti okkum, tá ið vit komu innar i skógin. Tað var sum drigið úr søguni um Tarzan. Trøini á leiðini og fuglar í alskins litum, í teimum, ja eitt satt ævintyr. Væl bleiv tikið imóti fólki. Men vit fingu ikki meiri enn høvi at skifta klædi, so skuldu vit uppliva okkara fyrstu safari á filabaki. Hendan ferdin var tveir tímar long og spennandi, so troytt, svong og eym í endanum komu vit heilskapað heimaftur. Dagurin hevði verið langur, og fólk vildu bara i kulluna.

Endiliga jólaaftan
Sum smábørn høvdu vit glett okkum til henda dag. Vit skuldu byrja við einum ríðitúri á fílunum. Sjálvandi ynsktu vit okkum í jólagavu at sleppa at síggja ein tikara. Okkum varð sagt, at ein var heppin um tað tókst. Ein blaðmaður, ið skrivadi greinar um tikarar, hevdi búð tríggjar vikur hjá Tiger Tops bert fyri at síggja ein tikara, og ikki hevði tað eydnast honum. Mundi tað fara at eydnast okkum? Tað hevdi verið TANN besta jólagavan. Men nei, vit sóu alt annað. Apur, nashyrningar, dádyr, ørnir og krokodillur, men ongan tikara.
Um kvødið hildu vit jól. Tað skuldi verða so nær tí vit kendu heimani í fra. Við ris?la?mande, jólaevanglii og fyri Gyðju, dansin um jólatræið. Vit høvdu eitt litið seymað jólatræ við út. Vit skuldu sita á kamarinum og halda jól. Træið stóð so fitt á borðinum og undir tí allar jólagávurnar. Eftir at hava etið, dansað og pakkað upp var bert eitt at gera ? fyrireika seg til fyrsta jóladag i frumskóginum.

Ovanliga heppin
So kom tann dagurin, vit gingu og droymdu um. Vit sáu nakað heldur ovanligt.
Vit høvdu verið tann vanliga filabaks-turin, og seinnapartin skuldu vit so á ein sokallaðan ?jeepsafari-túr?. Hetta var í einum opnum jeepi, so vit sótu har øll so væl ballað í ullint pashmina teppi. Tað sýntist, sum um vit koyrdu og koyrdu og einki sou, men so burtur úr ongum kom ein bjørn. Ferðaleiðarin segði, at hetta var tann fyrsta, hann hevði sæð í ár. So vit vóru glað og ikki longur kedd um, at vit ongan tikara høvdu sæð. Men, men á leiðini heim hittu vit hana. Tað var ein stór tikarahon, ið kom fram úr trøunum og gekk beint ímóti okkum. Øll voru púra frá sær sjalvum av spenningi, men samstundis vóru vit noydd at binda frið fyri ikki at styggja hana burtur.
Hon gekk pura rólig beint ímóti okkum. Hugdi upp á okkum, tevjaði upp í luftina, sum um hon visti, at har var okkurt, ið hon kundi fáa sær til matna. Tá ið hon var uml. tríggjar metrar frá okkum, meinti ferðaleiðarin, at hon var alt ov nær, so vit startaðu bilin, so tikarin brávendi út í trøini.
Tá hildu vit, at vit høvdu sæð tað seinasta av henni. Vit koyrdu bilin fram, og vit voru ikki meiri enn beint steðgað, tá hon kom undan aftur aftan fyri bilin og gekk víðari, sum um einki var hent.
Tevjaði, vendi sær á og hugdi at okkum og gekk líkasæl víðari. Ferðaleiðarin segði okkum, at ofta gingu tikararnir á vegnum, tí at tað var lættari enn at ganga í manshøga filagrasinum.
Nú kundu vit venda nøsini móti Kathmandu aftur. Vit høvdu fingið okkara jólagavuynski.