Eyðun Nolsøe telist millum størstu profilarnar í føroyskum popptónleiki seinastu stívliga 30 ár. Hann hevur skrivað eina langa røð av sangum, sum føroyingar hava tikið til sín. Og hann er framvegis virkin við framførslum. Leygarkvøldið setti hann punktum fyri ársins Summar Festival við einari framúr framførslu í Tjaldinum, har fólk sungu við frá byrjan til enda, og nú leygarkvøldið skal hann hava framførslu í Havn.
Í dag fyllir Eyðun Nolsøe fimmti ár. Hann er sonur Lis og Eli Nolsøe, sum vóru búsitandi í Klaksvík, og hann er yngstur av 9 systkjum. Eyðun Nolsøe vaks upp í Klaksvík, men hevur nógv ár búð aðrastaðni í Føroyum og uttanlands. Seinnu árini hevur hann verið búsitandi í Froðba.
Eyðun Nolsøe gjørdist sum tannáringur partur av tónleikabólkinum Frændur. Eldru beiggjarnir, Niels Christian og Rani, vóru tveir aðrir tónleikarar í bólkinum fyrstu tíðina, og Steintór Rasmussen skrivaði flestu sangirnar, tá ið bólkurin í 1984 kom við sínari fyrstu plátu.
Í 1986 kom onnur útgávan hjá Frændum, og tá fekk Eyðun Nolsøe størri leiklut sum sangari og sangskrivari. Síðani tá hava Steintór, Rani og Eyðun verið teir tríggir oddamenninir í Frændum og eru tað enn. Eftir teir liggur ein gyltur føroyskur sangskattur.
Eyðun Nolsøe hevur eisini givið tónleik út sum solistur, og hann hevur samstarvað nógv við eitt nú Terja Rasmussen og Kim Hansen um tónleik. Eyðun Nolsøe er framvegis sera virkin sum tónleikari og spælir nógv kring landið.
Eyðun Nolsøe er dugnaligur telvari og hevur fleiri ferðir umboðað Føroyar í talvolympiaduni og altjóða kappingunum. Í 1995 vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar.
Vit ynskja Eyðuni Nolsøe hjartaliga til lukku við teimum fimmti.