UEFA og enska FA hava ikki telvað væl við dystarskránni, og tí mátti høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp velja um A-liðið skuldi spæla Liga Cup fjórðingsfinalu móti Aston Villa týskvøld, ella um A-liðið skuldi spæla HM-hálvfinalu móti meksikanska liðnum, Monterey mikukvøldið.
Jürgen Klopp valdi HM í felagsfótbólti framum Liga Cup fjórðingsfinaluna, og tí setti Liverpool aldursmet við at byrja við tí yngsta Liverpool-liðnum nakrantíð í 131 ára søgu felagsins. 19 ár og 186 dagar var miðalaldurin á liðnum hjá Liverpool, ið spældi móti Aston Villa á Villa Park í kvøld.
Aston Villa vísti ikki blaðunga Liverpool-liðnum nakra náði, og vann heili 5-0. Longu í steðginum var Aston Villa á odda 4-0.
Ungu Liverpool-spælararnir eru tó eina roynd ríkari, og felagið kann ugga seg við at hava sett eitt aldursmet.
Aldurin á LIverpool-liðnum á Villa Park í kvøld:
Caoimhin Kelleher, 21
***
Ki-Jana Hoever, 17
Sepp van den Berg, 17
Morgan Boyes, 17
Tony Gallacher, 20
***
Isaac Christie-Davies, 22
Pedro Chirivella, 22
Herbie Kane, 21
***
Harvey Elliott, 16
Luis Longstaff, 18
Thomas Hill, 17