Yngri tú ert, tá ið tú byrjar at spæla tónleik, lættari lærir tú

Tað ljóðar skilagott. Hevur tú spælt gittar, síðan tú vart seks ára gamal, dugir tú sannlíkt betur, enn um tú byrjaði at læra at spæla, tá ið tú vart 20 ár.

Hetta er nú staðfest í eini kanning, sum svenskir granskarar hava staðið fyri. Teir hava kannað tónleikarligu førleikarnar hjá 300 tónleikarum og amatørum, skrivar Skúlablaðið á skulabladid.fo.

Ein greið orsøk til, at tað er so, er talið av venjingartímum. Tann, sum byrjaði sum seks ára gamal at venja, hevur 14 ár fyrimun, samanborið við tann, sum byrjar sum 20 ára gamal. Men eru tað onnur viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvussu dugnaligur tú verður, og hvussu tíðliga tú byrjar?

Ein kanning frá umleið 1990 staðfesti til dømis, at venjing – ikki viðfødd evni – eru tað týdningarmesta, tá ið talan er um tónleikaavrik; men ein kanning frá 2014 og sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Psychological Science vísir á tað øvuta.

Granskararnir fingu 310 professiónellar tónleikarar at taka lut í kanningini; hesir komu úr eitt nú orkestrum og tónleikaháskúlum. Harumframt eru luttakarar úr líknandi kanning í Svøríki, og júst henda kanningin hevur gjørt tað møguligt at kanna ílegurnar. Har vóru bæði professiónellir tónleikarar og amatørar.

Luttakararnir í báðum kanningunum vóru kannaðir fyri musikalitet og førleikar. Teir skuldu eisini svara spurningum um, hvussu ofta teir vandu, og hvussu gamlir teir vóru, tá ið teir byrjaðu.

Bæði arvur og umhvørvi umráðandi

Úrslitini frá kanningunum vátta tesuna um, at fyrr tú byrjar at venja, dugnaligari tónleikari ert tú. Hetta var galdandi fyri bæði tey professiónellu og amatørarnar. Men úrslitini vístu eisini, at ílegur og umhvørvi eru avgerandi fyri, hvussu tíðliga tú byrjar. Líknandi úrslit eru almannakunngjørd í eini kanning frá 2016, har granskarar vístu á, at musikalskur kreativitetur í øllum førum lutvíst er arvaligur. Tað er serliga samspælið millum arv og umhvørvi, sum granskararnir hava verið upptiknir av í hesi verkætlanini, stendur millum annað í greinini á skulabladid.fo, har øll greinin stendur at lesa.