Yngri og yngri roykjarar

Grønlendski býurin Nanortalik kann ikki luttaka í kappingini um roykfríar flokkar, tí skúloabørnini roykja so illa Í Nanortalik í Grønlandi noyðist leiðslan í fólkaskúlanum at ásanna, at áhugin fyri at taka lut í kappingini um roykfríar skúlaflokkar er so lítil, at skúlin kann ikki vera við í kappingini.

Debora Kleist, skúlastjóri í Nanortalik, sigur við KNR, at børnini eru yngri og yngri, tá tey byrja at roykja, og at hendan gongdin hevur verið serliga sjónlig tað seiansta árið.

Hóast skúlin í Nanortalik ikki kann taka lut í kappingini um roykfríar flokkar, hevur leiðslan gjørt av at skipa fyri tiltøkum, sum skulu upplýsa børnini um avleiðingarnar av royking, og hvussu stóran mun tað ger, at tey eru so ung, tá tey byrja at festa sær í.