Yngri læknar meiri í løn

Men stórur munur er framvegis á lønunum í Danmark og Føroyum og tað ger, at tað framvegis er trupult at fáa sett øll læknastørvini í Føroyum.

Felagið fyri Yngri læknar hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Landsstýrið, og hóast sáttmálin tryggjar læknunum eina ávísa lønarhækking er lønin fyri vanligar læknar framvegis upp til 10 % lægri í Føroyum enn í Danmark.

­ Stóri lønarmunurin ger, at tað framvegis er trupult at fáa sett øll læknastørvini í Føroyum. Felagið fyri Yngri læknar fer framhaldandi at arbeiða fyri, at hesir trupulleikar verða loystir á komandi lønarsamráðingunum, sigur Erik Jylling, sum er formaður í felagnum fyri Yngri læknar í Danmark.

Størvini hjá Yngru læknum í Føroyum eru framvegis tíðaravmarkað, og teir skifta oftari starv orsakað av serligu læknaligu víðariútbúgvingini.

­ Sáttmálaviðurskiftini eiga tí at vera eins í Danmark og Føroyum. Tað er av alstórum týdningi um tað skal bera til at fáa yngri læknar í starv í Føroyum, leggur Erik Jylling afturat.

Formaður í felagnum fyri Yngri læknar í Føroyum er Jens Andreasen.