Yngri kvinnur eiga ikki at eta egg hjá sjófugli

Rættiliga nógv av skaðiligum evnum eru í eggum hjá svartfugli og sjófugli yvirhøvur.

Summastaðni hava menn verið og rænt, men sambært einari íslendskari kanning skulu í hvussu er summi fólk hugsa seg um, áðrenn tey seta seg at eta eggini.

 

Kanningarúrslitið vísir, at tað er tíggju ferðir so nógv skaðilig evni í sjófuglaseggum enn tað loyvda hámarkið fyri høsnaregg.

 

-Kanningin vísir, at tað er rættiliga nógv av skaðiligum evnum sum eitt nú PCB í eggum hjá sjófugli. Samanborið við høsnaregg er nøgdin av skaðiligum evnum tíggju ferðir størri enn tað loyvda mestamarkið, sum er ásett fyri høsnaregg, sigur umhvørvisverkfrøðingurin Hrönn Ólína Jörundsdóttir, sum hevur gjørt kanningina.

 

Hon heldur, at kvinnur, sum eru í barnsburðarførum aldri, eiga at hugsa seg um, um tær ætla at fáa sær sjófuglaegg.

 

-Talan er um evni, sum verða savnað upp í kroppinum. Hjá barnakonum kunnu evnini berast til fostrið, og tí er ikki ráðiligt, at kvinnur í barnsburðaraldri eta slík egg. Men eitt egg um árið gevur ikki stórvegis skaða, sigur Hrönn Ólína Jörundsdóttir við Morgunblaðið.