Ymisku sniðini í føroysku klæðunum gleða meg

- Tað besta við ólavsøkuni er at ganga í herligu Havnini og práta við glað fólk, heldur Katrin Dagbjartsdóttir.

Fert tú á ólavsøku? 

 

- Ja, sjálvandi fari eg á ólavsøku. Eri uppvaksin við, at babba fór við okkum til kappróður. Vit systkin vóru altíð í føroyskum klæðum.

 

Tað sigur Katrin Dagbjartsdóttir í Havn.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

- Sum vanligt fari eg at ganga mær ein túr - ella fleiri. Síðan gongur leiðin niðan á Láarveg 50 til mammu og Jan. Tey hava altíð kalt borð. Eftir tað, plagi eg at fara á útimøti, bæði uttan fyri Ebenezer og á Vaglinum hjá Frelsunarherinum. 

 

Katrin Dagbjartsdóttir sigur, at hon fer eisini at vitja vinfólk og hugna mær saman við teimum.

 

- Fyrr plagdi eg at keypa meg fátæka niðri á Skálatrøð saman við synunum, men nú eru teir so vaksnir.

 

##med2##

 

Hon heldur, at tað besta við ólavsøkuni er at ganga í miðbýnum - í herligu Havnini, sum hon tekur til - og práta við glað fólk.

 

- Ymisku sniðini í føroysku klæðunum gleða meg eisini. Ein serligur og savnandi stemningur er í býnum á ólavsøku.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Minni drekkarí. Tað er syrgiligt at síggja drukkin fólk, serliga tey ungu. Men, eg haldi meg síggja færri av teimum á ólavsøku - ella kanska er tað tí, at eg havi slept mær til hús fyrr um kvøldið, sigur Katrin Dagbjartsdóttir.