Í dag klokkan 17 verður jólatræið tendrað í Vestmanna, og tað verður Laila Haldansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá kommuni, sum fer at bjóða vælkomin, og Steintóra Gleðisheygg, prestur, fer at halda røðu.
Við løtuna í dag fara Vestmanna Hornorkestur, Vestmanna Sangkór og Vestmanna Barnakór at framføra nøkur jólaløg.
Jólamenn koma við pakkum til børnini, og síðan verður boðið til kakao og bollar uttanfyri Staðið.
Eftir at jólatræið er tendrað, verður jólasøla hjá Norðstreymoyar Heimavirkisfelag í Krambúðini.
Her fáast góðar og fjølbroyttar vørur til keyps, sum limir felagsins hava virkað. Í Krambúðini kunnu fólk eisini keypa kaffi, te og okkurt gott afturvið.
Jólasølan hjá Heimavirkisfelagnum verður opin í dag frá klokkan 18-22, leygardagin frá klokkan 11-16 og sunnudagin frá klokkan 14-17.
Í morgin, 25. november frá klokkan 10-15, verður eisini jólasøla hjá BlómurbyKathe í Bøgøtu 4 í Vestmanna.
Jólasølan hjá Norðstreymoyar Heimavirkisfelag verður eisini opin aðrar leygardagar og sunnudagar í desember.
Sama er við jólasøluni hjá BlómurbyKathe, sum eisini verður opin fleiri dagar um vikuskiftið fram til og við fríggjadagin hin 22. desember, tá opið verður frá klokkan 10-18.
Fram til jólar verða fleiri ymisk tiltøk í Vestmanna, sum fólk – bæði børn og vaksin – kunnu gleða seg til, og skráin fyri tíðina fram til jólar sæst á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.
Longu frá 18. november kunnu jólamyndir takast í Vestmanna.
Longu síðsta sunnudag var jólafest fyri børnum í Missiónshúsinum í Vestmanna, har dansað varð um jólatræ, og jólamaðurin gav børnunum pakkar.
Julius og Rógvi
Í fjør gjørdist jólamaðurin, Julius í leikinum, Julius í Likkudali, landskendur. Í beinleiðis sjónvarpssending kundu børn ringja inn til Julius og Rógva.
Sunnudagin komandi, 26. november klokkan 16, vitja Julius og Rógvi í høllini í Vestmanna, har teir fara at undirhalda og syngja. Eisini fer vestmenningurin, Bjarki, sum hevði høvuðsleiklutin í Julius í Likkudali, at framføra sangir úr leikinum, umframt at Vestmanna Barnakór fer at syngja.
...