Ymiskt er hvussu toskurin er fyri

Ymiskt er, hvussu toskastovnarnir undir Føroyum, Noreg og Íslandi eru fyri, men líkt er til, at best stendur til hjá stovninum í norskum sjógvi Altjóða Havgranskingarstovnurin ICES sigur, at veiðan eftir ?arktiskum toski? í norskum sjógvi kann verða tilsamans 473.000 tons í komandi fiskiári, sum er 43.000 tons fleiri enn kvotan fyri verandi fiskiár.

Gýtingarstovnurin á toski í norskum sjógvi er størri enn fyrivarnisreglan ásetir, og tað hevur hann verið síðan 2002.

Til samanburðar við norsku toskaveiðina kann nevnast, at íslendingar hava skert sína toskakvotu ? úr 190.000 tonsum í 2007 niður í 130.000 tons í ár.

Toskaveiðan á føroyska landgrunninum eitt miðal ár er 25.000 tons, men veiðan kann vera rættiliga misjøvn. Hon kann skifta heilt úr 6.000-8.000 tonsum upp í stívliga 40.000 tons.

Í fjør vórðu veidd eini 11.000-12.000 tons av toski í føroyskum sjógvi.

Føroyska toskaveiðan er lítil í løtuni, og ICES metir, at toskastovnurin er sera illa fyri.

Mælt verður tí til, at eingin fiskiskapur verður eftir toski í komandi fiskiári, og at ein ætlan verður løgd fyri at fáa toskastovnin undir Føroyum at koma fyri seg aftur.