Ymiskleikin heiðrast við rock og rull

“Hey, eg sigi hey, eg eri blivin gay….”, syngur bólkurin Grandma’s Basement í einum av sínum kendu løgum. Og tað er nokk einki at ivast í, at hetta lagið fer at verða blást um allan miðbýin í Havn tann 27.juli, tá ársins Faroe Pride er á skránni.

Tá skrúðgongan úr Gundadali oman í býin er gingin, savnast fólk til konsert, og skráin fyri konsertina varð almannakunngjørd í dag. Um tað er av tilvild ella ikki, so er skemtiligi “sing a long bólkurin” Grandma’s Basement ovast á plakatini. Hini, sum fara at syngja og spæla og skemta eru Ria Tórgarð, Nalja-Kári & All Stars, Teitur, Sakaris, Jens Marni, Hjørdis Johansen, Marius Ziska og Vágaverk.

Tiltakið byrjar klokkan 16 tann leygardagin 27.juli.