Tað mest undrunarverda í sjóforhoyrinum í samband við vanlukkuna umborð á gjarnaskipinum Anitu er uttan iva, at so stór ósemja er um, hvar og hvussu gørnini vórðu drigin inn aftur, eftir at maður var farin fyri borð.
Tríggir av teimum fimm - teir báðir stýrmenninir og annar dekkarin - søgdu, at gørnini vórðu drigin inn har afturi á skipinum við hond, men skiparin og hin dekkarin søgdu, at gørnini vórðu tikin fram í skipið og síðani drigin inn við garnaspælinum.
Tað er væl skiljandi, at nógv stendur á, og at panikkur kann vera í, men tað er kortini óskiljandi, at frágreiðingarnar eru so ósamsvarandi.
Undir sjóforhoyrinum vóru eisini ósemjur og ósamsvar í spurninginum um trygdarreglur umborð og serliga trygdarvenjingar, sum vórðu hildnar ella ikki hildnar.
Stýrimenninir vóru rímiliga samdir í teirra frágreiðingum og viku ongantíð rættiliga frá hvør øðrum. Hinvegin vóru dekkararnir og stýrimeninir rættiliga ósamdir um serliga trygdarviðurskiftini.
Stýrimenninir vóru samdir um, at tað minst var ein trygdarvenjing sætta hvønn mánað, tá teir skiftu skipara, umframt aðrar minni fastar venjingar.
Dekkararnir báðir mótsøgdu hesum. Annar hevði verið við til eina venjing teir 10 mánaðirnar, hann hevði verið umborð. Hin segði seg onga venjing hava verið til teir tveir mánaðirnar, hann hevði verið við Anitu.
Eisini var ósemja teirra millum um ta kunning, teir høvu fingið um trygdarviðurskiftini, tá teir mynstraðu umborð. Fyrri dekkarin var ikki serliga spurdur um hetta, men hin seinni segði seg onga kunning hava fingið um hesi viðurskifti.
Heldur ikki full semja var um knívin, sum átti ella skuldi vera til staðar har afturi í skipinum, sum sett varð. Nú er ikki víst, hvørja nyttu ein knívur hevði gjørt, tí ivasamt er, um hann hevði gjørt nakran mun.
Vert er eisini at leggja til merkis tíðin, ið gekk frá tí, at maðurin gjørdist fastur í trossanum, til hann var í havinum. Har er ein tíðarmunur á upp til 2,50 minuttir, og tað er rímiliga leingi.
Viðmerkjast skal tó, at dekkarin, sum segði, at tað gingu tríggir minuttir frá tí, at maðurin gjørdist fastur, til hann fór í havið, segði seg vera farin í panikk, so tað var ikki vist, at tíðin var so long.
Eisini var ósemja um, hvussu maðurin fór fyri borð. Annar dekkarin segði, at hann fór undir skottunum í garnapavninum, meðan hin dekkarin og stýrimaðurin søgdu, at hann fór upp um skottini.
Tað er kanska eisini ein av minni týðandi ósamsvarunum.
Tað, sum stendur fast, er, at maðurin fekk eina lykkju á trossanum um beinini, sum bindur gørnini saman, og at tað var púra óvanligt, at endin hekk heilt niður á dekkið.