Í samráð við Reyða Kross Føroya fara kommunurnar í Vágum nú í gongd við tað, tey rópa sambinding - og á fremmandum máli "intertwining".
- Sambinding er tiltak, sum hevur til endamáls at savna tilflytarar og føroyingar í sama rúmi til tess betur at kenna og skilja ymiska mentan.
Í Vága kommunu vísa tey á, at hetta hevur verið á skrá í Havn, Runavík og Klaksvík við góðum úrsliti, og nú vil Vágoyggin eisini verða við.
- Mett verður, at í Vágum eru oman fyri 100 tilflytarar uttan úr heimi. Vónandi taka bæði tilflytarar og heimafólk væl undir við tiltakinum. Tiltakið verður skipað við kunning, práti og kaffi.
Lagt verður aftrat, at fyrsta tiltakið verður í skúlanum á Giljanesi, týsdagin 21. februar frá klokkan 19 til 21. Umboð fyri Reyða Kross verður við, og høvi verður eisini at smakka eksotiskar rættir eystanífrá.