"Differences in fat accumulation between immature male and female Atlantic salmon Salmo salar after dietary administration of tetradecylthioacetic acid”.
Tað er heitið á grein, ið Regin Arge saman við øðrum hevur skrivað, og greinin er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum, Journal of Fish Biology.
- Í greinini verður viðgjørt, hvussu fitin í laksi verður umsett í mun til kyn og stødd á fiskinum og í mun til árstíð. Í verkætlanini varð ein serlig feittsýra (TTA) blandað í fóðrið í eina tíð beint eftir útseting á vári - og í eina tíð fyrsta veturin á sjónum. TTA-fitisýran hevur serligar eginleikar sum gera, at hon økir um fitiforbrenningina og minkar sostatt um upphóping av fiti í laksinum.
Fiskaaling veit at siga, at tað er almenn vitan, at umframt longd á degnum (ljós), hevur fiti-ella orkugoymslan í laksinum á vári alstóran týdning fyri byrjanina av kynsbúningini, ið síðan mennist út á summarið og heystið.
- Eisini er kent, at siljafiskar oftast kynsbúnast á yngri aldri enn rognafiskar. Sum ein liður í at seinka kynsbúning í aldum laksi, var tí áhugavert at kanna, um silja-og rognafiskar umseta fitina ymiskt í avgerandi tíðini á sjónum um várið. Hetta tí, at orkunýtslan í mun til orkuupptøku er serliga stór hesa tíðina.
Lagt verður aftrat, at fóðurviðgerðin við TTA varð eftirmett í juni eftir fyrsta várið og í mai eftir seinna várið á sjónum. Hetta varð gjørt við at kanna fitiinnihald í flakinum, har laksur goymir meginpartin av fitinum.
- Kanningarnar vístu, at TTA-viðgerðin framdi avgjørdan mun millum fitiinnhaldið í rogna-og siljafiskum. Fyrsta várið vóru serliga rognafiskarnir ávirkaðir av viðgerðini. Fitiinnihaldið í rognafiskunum var tá 3,1 prosent ímóti 4,3 prosentum í siljafiskunum.
Á Fiskaaling vita tey at siga, at fitiinnhaldið í siljafiskum hinvegin var minni eftir viðgerð várið eftir, 15,8 og 16,7 prosent – í ávikavist silja-og rognafiskum. Kondisjónsfaktorurin sást týðiliga fylgja sama mynstri, sum fitiinnihaldið í flakinum og styrkti sostatt um eftirmetingina.
- Úrslitini vísa á, at dynamikkurin í upphóping av fiti millum kynini er ymiskur. Hetta er helst tengt at serligu lívfrøðini, tá ræður um nøring hjá laksi. Eisini vísa úrslitini, at umráðandi er at umhugsa kynið á fiskinum og árstíð, tá kanningar verða gjørdar viðvíkjandi fitiinnhaldi í atlantiskum laksi.
Lagt verður aftrat, at greinin í nevnda tíðarriti er úrslit úr phd-verkætlanini hjá Regini Arge og er partvís fíggjað av Granskingarráðinum og Fiskaaling, umframt Nofima og norska granskingarráðnum.