Ymisk smá mál hjá løgregluni um vikuskiftið

Nógv fólk hava verið í býnum hetta vikuskiftið, og tað merktist hjá løgregluni.

Løgreglan er boðsend fleiri ferðir, og tað hevur í nógvum førum verið í sambandi við fólk, sum hava fingið for nógv at drekka. Talan hevur tó ikki verið um nøkur álvarsmál, men heldur smærri einstakar hendingar.

 

Til dømis er onkur dottin og onkur hevur mist sína fartelefon. Eisini hevur løgreglan verið í ferðsluni og steðgað bilum, men har spurdist einki mál burturúr.

 

Í Vestmanna hevur løgreglan tosað við nakrar ungar dreingir, sum koyrdu á larmandi prutlum og forstýraðu út á náttina.

 

Eitt nakað størri mál var tó í Gøtu, har G-festivalur hevur verið um vikuskiftið. Hetta var eitt harðskapsmál. Tveir menn fóru heim til ein triðja, sum har fekk eitt slag í andlitið. Maðurin meldaði tilburðin, og teir tveir menninir eru nú skuldsettir. Allir tríggir kendust.

 

Annars hevur tað sum heild verið friðarligt hjá løgregluni á G-festivalinum, tí fólk hava skikkað sær pent.

 

Løgreglan hitti tveimum fólkum, sum høvdu eina smærri nøgd av rúsevnum uppi á sær, og tey fáa tí eina bót. Ein lítil samanstoytur var í ferðsluni, men tað var ikki so álvarsamt.