Ymisk áhugamál

Oddagrein

Tað var einki minni enn ein smeitur, at danska stjórnin kærdi málið um útflutningskvotuna av laksi til ES. Ásetingin av ein kvotu var so avgjørt til fyrimunar fyri føroysku alararnar. Kvotan fór at tryggja ein ávísan minstaprís og hevði tí gagnað føroyskum útflytarum. Tá uttanríksráðharrin var her á vitjan fyri stuttum, lat hann almenningin skilja, at hetta mál var eingin trupulleiki fyri stjórnina. Hesa fatan fekk landsstýrið og hesa somu fatna fekk pressan.

Men nú er so vent í holuni. Tað er komið í ljósmála, at samstundis sum uttanríksráðharrin á fundi við landsstýrið vissaði um, at her var eingin vandi, hava embætismenn í donsku stjórnini mælt til, at Danmark skuldi kæra avgerðina hjá ES nevndini um at áseta kvoturnar á norskan og føroyskan laks. Grundgevingin er tann, at ein kvotering fór at nerva donsk arbeiðspláss. Hetta tí at danskar fyritøkur kundu missa bíliga norska rávøru.

Málið er eitt gott dømi um ein álvarsaman veikleika við ríkisfelagsskapinum. Hesin veikleiki kemur fyri dagin, tá ið andsøgn er ímillum donsk og føroysk vinnulig áhugamál. Sama kann sigast um andsagnir ímillum donsk og føroysk politisk áhugamál. Tá so er, kemur danska stjórnin í tvístøðu. Hon skal røkja eitt nú donsk vinnulig áhugamál, men sum avvarandi av føroyskum uttanríksmálum skal stjórnin eisini røkja føroysk áhugamál. Henda støða kemur kanska ikki so ofta fyri, men hon kemur fyri so av og á, og tá hon kemur fyri, avdúkar støðan ein álvarsaman veikleika við ríkisfelagsskapinum.

Føroyskir myndugleikar kunnu ikki góðtaka, at danska stjórnin so at siga automatiskt velur síðu til frama fyri donsk áhugamál, hvørja ferð henda støða kemur upp. Landsstýrið eigur tí skjótast at taka hetta ítøkiloiga málið mál upp. Men landsstýrið eigur eisini at taka hetta mál upp sum eitt princippmál, tá farið verður undir at samráðast um at flyta myndugleika og heimildir á uttanríkispolitiska økinum frá donskum til føroyskan myndugleika. Landsstýrið eigur ikki at góðtaka ta støðu, sum nú er íkomin. Her er talan um eitt greitt lyftisbrot, sum danska stjórnin uttan drál eigur at fáa í rættlag aftur, og landsstýrið má gera sítt heimaarbeiða í hesum sambandi.