Susanna Mälkki fekk norðurlendsku tónleikavirðislønina í ár. Hon er fyrrverandi sellospælari, men stjórnar nú Helsingfors Statsorkestur.
Í grundgevingini bleiv víst á, at hon hevur ment seg til ein dirigent í heimsflokki.
Føroyska tilnevningin til norðurlendsku tónleikavirðislønina var Yggdrasil.