Yggdrasil & Kristian Blak við sermerktum ljóði

Við rótum í jazz, etniskum, klassiskum, fólkatónleiki og nýskapandi tónleiki er ljóðið hjá Yggdrasil sermerkt. Bólkurin hevur verið til síðani 1981. Leiðarin í bólkinum er Kristian Blak, ið spælur á klaver, og við sær hevur hann tónleikarar frá Føroyum og øðrum norðanlondum. Tey seinastu árini hava Yggdrasil mangan verið á tónleikaferðum við seks limum í bólkinum. Kristian Blak spælur á klaver, Heðin Ziska Davidsen gittar, Mikael Blak bass, Brandur Jacobsen trummur, og sangarar eru Eivør Pálsdóttir ella Kári Sverrisson. Somuleiðis hava Anders Hagberg, John Tchicai, Tore Brunborg, Villu Veski og Anders Jormin framført við bólkinum.

 

Kristian Blak, klaver, Heðin Ziska Davidsen, gittar, Mikael Blak, bass, Brandur Jacobsen, trummur & Kári Sverrisson, sang

 

Yggdrasil framførur í Miðlahúsinum leygarkvøldið kl. 18.00.