- Yes, autograf frá Brandi Enni!

Tríggir fjepparar hjá Brandi Enni høvdu verið til konsertina í Flagstjaldinum.

 

- Yes, eg fekk ein autograf frá Brandi, sigur Halla Poulsen úr Fuglafirði sjónliga fegin, sum júst er komin úr tjaldinum.

 

- Aftaná konsertina fór eg bara yvir til hansara og spurdi, og hann segði ja, sigur hon og peikar á armin, har Brandur hevur skrivað sítt navn.

 

Tær tríggjar damurnar eru eisini vinkonur. Hinar báðar eita Martha Hansen, Gøta, og Ruborg Haraldsen, Havn.

 

- Tað er so well í Klaksvík. So mega well, sigur Martha flennandi.

 

- Tí er tað so stuttligt á Summarfestival. At bara ganga runt og tosa við fólk, sigur Ruborg.

 

Tær tríggjar vinkonurnar hava tvey føroysk nøvn, sum tær gleða seg mest til at hoyra.

 

- Eg gleði meg ordiliga nógv til Frændur og Sveinur, sigur Ruborg.

 

- Sveinur dugir so væl at syngja. Eg hugdi altíð eftir X factor, og eg stemmaði eisini upp á hann hvørja ferð, so tað verður ordiliga gott, sigur Martha.