Dansur verður í Club 700 22. Oktobur við bólkinum Yeah Menn. Talan er um ein nýggjan bólk, sum spælir nýggjan og frískan tónleik.
Teir, sum manna bólkin eru:
Terji Djurhuus - Vocal
Torkil Petersen - Keyboard
Karl Andrias Stórá - bass
Henning Joensen - Guitar
Búgvi Jónleifsson Magnussen Trummur
Úr Club 700 verður sagt, at teir ungir og frískir og spæla ímillum annað løg hjá Gavin Degraw, Maroon 5, The Beatles, Muse, Bob Seger, Robbie Williams og Michael Jackson.
Club 700 er mangan karmur um áhugaverd tiltøk. Komandi leygarkvøld verður jamming á skránni. Tað vil siga, at fleiri tónleikarar hittast, og spæla eina ørgrynnu av løgum, júst sum teimum lystir. Eisini verður høvi hetta kvøldið hjá áhugaðum at tríva í eitt lag, um hugur skuldi verið til tess.
Sum verða man verður 18 ára aldursmark hetta kvøldið.









