Yantarny fer væntandi avstað mánadagin

Russiski trolarin Yantarny liggur enn á Havnini, men sambært umboðsmanninum fer skipið vætandi avstað fyrst í komandi viku

Nógv umrøddi russiski trolarin Yantarny hevur síðani 8. september ligið við bryggju í Havn, tá ið skipið bleiv tað fyrsta, ið legði at við nýggju atløgubryggjuna í Havn.

Ætlanin var tá, at skipið skuldi til Klaksvíkar at umlasta lastina hjá sær, men hetta verður nú gjørt á Havnini.

Tað er Faroe Ship, ið er umboð hjá reiðarínum hjá Yantarny, og sum tí avgreiðir øll viðurskifti hjá skipinum.

- Tað var ætlanin fyrst at umlasta í Klaksvík, men tað vísti seg at vera nógv høgligari at gera tað í Havn, sigur Joannis Moraitis frá Faroe Ship.

Eitt farmaskip var fyrst og tók imóti 1.500 tonsum av fiski frá Yantarny, og í løtuni liggur farmaskipið Silver Copenhagen og tekur ímóti teimum seinastu 1.200 tonsunum.

- Tað arbeiði verður væntandi liðugt mánadagin, og so vænti eg, at skipið fer avstað aftur sum skjótast, men um tað verður mánadagin er ringt at siga, sigur Joannis Moraitis.

 

Ongar klagur um larm

Yantarny hevur verið nógv frammi í miðlunum millum annað í sambandi við klagur um óljóð, meðan skipið hevur ligið á eitt nú Signabø.

- Men vit hava so onga klagur fingið um larm frá skipinum, og mær vitandi hevur Tórshavnar Havn heldur onga klagu fingið, sigur Joanis Moraitis.

Yantarny varð eisini hart rakt av koronu umborð fyri nøkrum vikum síðani, men sambært Faroe Ship er eingin vandi fyri, at nakar í landi er blivin smittaður, meðan skipið hevur ligið á Havnini.

- Eingin er farin í land av skipinum, og eingin er farin umborð. Man skal eisini minnast til, at hóast skipið liggur her, so er tað undir verandi umstøðum at rokna sum russiskt øki umborð, so vit kunnu heldur ikki fara umborð og krevja kanningar av manningini. Men tað er eingin farin av skipinum og eingin farin umborð, meðan tað hevur ligið her, staðfestir Joannis Moraitis frá Faroe Ship.