Yacht Party eitt upplivilsi fyri lívið

At verða við í Yacht Party var eitt upplivilsi fyri lívið. Tað sigur Martin Heldarskarð, sum í løtuni luttekur í realitysendingini Yacht Party.

At verða við í Yacht Party var eitt upplivilsi fyri lívið. Tað sigur Martin Heldarskarð, sum í løtuni luttekur í realitysendingini Yacht Party, ið verður víst á TV3 hvørt mánakvøld kl 20.20.

- Í Yacht Party fara 10 ung á teirra lívs ævintýr, í tí vakra Kroatiska havinum, og vit eru við meðan tey flirta, skora og hugna sær, sigur Tv3 um sendingina.

Martin Heldarskarð er 24 ár og hevur búð í Klaksvík í mong ár. Tað var av tilvild at hann kom framm á lýsingina hjá Tv3, ið søkti eftir 10 ungum at fara til Kroatia í tvær vikur.

- Eg prøvaði bara. Alt var betalt so hví ikki, sigur Martin.

Orsøkin til at hann valdi at luttaka í realitysjónvarpi var tann, at hann hevði so góðan hug at ferðast.

- Vinmennirnir hjá mær fóru til Alanya, og eg fór ikki við, so tí vildi eg gjarna sleppa at ferðast, sigur Martin.

Sendingin bleiv tikin upp yvir summarið, og í sendingini búði Martin, saman við hinum luttakarunum á einum lítlum bátið, so tað var ikki nógv privatlív umborð, og ein kom lættliga at kenna hvønn annan.

- Ein kom so nær við fólkini umborð, tí tá man er saman við 10 fólkum umborð á einum pikkalítlum báti, tá verður man nokk so nær rættiliga skjótt, sigur Martin.

Hóast tað ikki var so nógv privatlív umborð, so vóru kameraðini ikki frá alla tíðina.

- Vit fingu yvirraskandi nógva tíð vekk frá kameraðunum, og vit dugdi øll so væl at stuðla hvørjum øðrum tá ið kameraðini ikki filmaðu, og tað var eg glaður fyri, sigur Martin.

Spurdir um, um hann var glaður fyri at hann valdi at luttaka í realitysendingini sigur Martin, at hann var sera glaður fyri upplivilsi.

- Eg havi møtt so nógvum kulum fólkum, fingið góðar vinir, og eitt upplivilsi fyri lívið, sigur Martin at enda.