Xi ávarar Biden: Far ikki um reyðu linju okkara um Taiwan

Á einum umleið tríggja tíma langum fundi í dag tosaðu valdsmiklu leiðararnir Xi Jinping og Joe Biden um fleiri evni.

 

Fundurin í dag millum Xi Jinping og Joe Biden var tann fyrsti fundurin, har teir hittust andlit til andlits, síðani Biden tók við sum forseti.. - Foto: Kevin Lamarque/Reuters

Kina hevur ikki ætlað sær at góða nakað slag av amerikanskari uppíblanding, tá tað kemur til spurningin um Taiwan.

Tað legði kinesiski leiðarin, Xi Jinping dent á, tá hann hitti Joe Biden á fundi.

Teir báðir hittust í dag á Bali í sambandi við G20-toppfundin. G20 eru 19 av heimsins týdningarmestu ídnaðarlondum og vakstrarbúskapum eins og ES.

Á tí umleið tríggja tíma drúgva fundinum tosaðu teir báðir leiðararnir um fleiri evni. Teirra millum eisini Taiwan.

– Spurningurin um Taiwan er eitt av kjarnuáhugamálunum hjá Kina, segði Xi við Biden sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua.

– Tað er tað politisk grundstøðið, sum viðurskiftni millum Kina og USA byggir á og tann fyrsta reyða linjan, sum ikki má farast um, varð sagt.

Fundurin í dag milli Xi og Biden er tann fyrsti millum teir báðar leiðararnar, síðani Biden gjørdist forseti.

Taiwan ehvur leingi verið kelda til stríð millum USA og Kina.

Kinesiska stjórnin hevur fleiri ferðir hótt við at gera innrás á Taiwan, um taiwanbúgvar eru ímóti eini »friðarligari sameining«.

Taiwan liggur eystan fyri Kina og metir seg sjálvt sum ein sjálvstøðugan stat við egnum gjaldoyra og egnari politiskari og rættarligari skipan.

Kina metir hinvegin Taiwan sum ein part av sínum øki, sjálvt um partarnir hava havt hvør sítt stýri, síðani borgarakríggið í Kina endaði í 1949.

USA hevur áður sagt seg vera til reiðar at verja Taiwan, um Kina ger álvara av hóttanunum um eina innrás.

Í august steðgaði Kina samstarvið við USA um veðurlagsbroytingar og narkosmugling. Tað hendi í kjalarvørrinum av at formaðurin fyri Umboðsmannatingið, Nancy Pelosi, hevði vitjað Taiwan.

Vitjanin hjá Nancy Pelosi, sum er nummar trý í valdsrøðini í USA, var í Kina mett sum ein stór provokatión.

Umleið 23,5 milliónir fólk búgva í Taiwan.

/ritzau/Reuters

 

Fundurin í dag millum Xi Jinping og Joe Biden var tann fyrsti fundurin, har teir hittust andlit til andlits, síðani Biden tók við sum forseti.. - Foto: Kevin Lamarque/Reuters