Xabi siktar móti stjørnunum

Europa League: Bayer Leverkusen hevur ikki tapt í 51 dystum, meðan Atalanta hevur tikið yvirmaktina fyrr

Í kvøld verður finalan í Europa League. Hon er millum nýklaktu týsku meistararnar úr Bayer Leverkusen og italska Atalanta, sum fyrr í kappingini knúgvaði favorittunum úr Liverpool. Finalan verður spæld á Dublin Arena í Írlandi.

 

Ósigraðir í alt

 

Bayer Leverkusen er í holt við eitt heilt serligt kappingár. Liðið hevur iki tapt í 51 dystum og er týskur meistari. Hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at nakar megnar at koppa Bayern Munchen. Liðið hjá Xabi Alonso er eisini í týsku steypafinaluni, sum verður leygardagin.

 

Sereyðkenni fyri kappingarárið hjá Bayer Leverkusen hevur verið dystaravgerandi málini í yvirtíðini. Fleiri ferðir hevur fyrsta tapið verið nær við, men hvørja ferð hevur tað eydnast liðnum at fáa í minsta lagi javnleik.

 

Søgan hjá Bayer Leverkusen er eitt sindur serlig hvat gullárum viðvíkjur. Í 2002 bleiv Bayer Leverkusen nummar tvey í týsku landskappingini, tapti Champions League finaluna móti Real Madrid og tapti týsku steypafinaluna. Nú er vónin, at Xabi Alonso hevur funnið frymilin til at venda tí á høvdinum til ein “treble”.

 

- Vit hava eina spæliætlan, men eg vil eisini hava nakað av hesum stemninginum, sum vit upplivdu, tá vit blivu meistarar. Eg stóli upp á liðið og eri vísur, at teir vinna dystin, sigur Xabi Alonso, venjari hjá Bayer Leverkusen.

 

Ferðmikli fótbólturin úr Bergamo

 

Atalanta hevur seinnu árini vunnið fram sum eitt av feløgunum, ið hevur tillaga seg nýmótans spæli. Serliga er Atalanta kend fyri sín ferðmikla fótbóltsstíl við stórum á váða. Tá tað eydnast, so vinnur Atalanta millum annað 3-0 á Anfield móti Liverpool. Tá tað ikki eydnast er mangan opið hús í verjupartinum.

 

Gianluca Scamacca er ein av fleiri italskum áleyparum, sum ikki hava klárað seg í Premier League, men seinni hava víst sítt virðið aðrastaðni. Hann hevur rakt formin í júst røttu løtu. Eisini venjarin, Gian Piero Gasperini, fær stórar rósir fyri sítt arbeiði í løtuni.

 

- Vit eru klárir yvir, at vit møta einum sterkum liðið, ið hevur hevur havt eitt gott kappingarár. Vit eru kropsliga og sálarliga væl fyri og vita, at í finalum er tað mangan tey smáu tingini, sum eru avgerandi í eini finalu. Nú vilja vit bara sleppa í gongd, sigur Gian Piero Gasperini.

 

Atalanta hevur ikki nógv at vísa á í evropiskum fótbólti, men í kappingarárinum 2021/22 vann Atalanta á júst Bayer Leverkusen í endaspælinum í Europa League.

 

Bayer Leverkusen – Atalanta (20.00)

 

Væntaðar uppstilingar:

 

Bayer Leverkusen: Kovář; Tapsoba, Tah, Hincapie; Stanišić, Palacios, Xhaka, Grimaldo; Wirtz; Frimpong, Adli

 

Atalanta: Musso; Djimsiti, Hien, Kolašinac; Zappacosta, Éderson, Koopmeiners, Ruggeri; De Ketelaere, Pašalić; Scamacca