Í eini ikki so fjarari framtíð eru framvegis fleiri mutantar her á jørð - menn og kvinnur, hvørs genetiska samanseting hevur begávað - og forbannað - tey við serligum eginleikum. Men tey flestu vanligu menniskuni óttast løgnu skapningarnar, sum afturfyri kenna seg útstoyttar.
Nakrir mutantar stríðast fyri at vinna á støðugu og alsamt vaksandi gjónni millum mennisku og mutantar við at brúka teirra serligu evni til frama fyri heiminum, sum ræðist tey.
Hinvegin eru aðrir mutantar, sum brúka teirra serligu megi og evni upp á kriminalitet.









