Hetta er undirhaldssending, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn. Hesaferð verða vitja nýggju X-Factor stjørnurnar Kristel Lisberg og Sveinur Gaard Olsen í sendingini. Prátað verður við tey, og tey fara eisini at syngja live á Hvonn. Aðrir gestir støkka eisini inn á gólvið. Fólk eru vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini – og annars ber til at hoyra alt á Rás2.
Hvonn Live
Hvonn í Havn / Rás2
Leygarkvøldið 28/1 kl. 19.00









