X-Factor stjørnur hjálpa Haiti

Føroyska Linda Andrews og aðrar X-Factor stjørnur hjálpa nú til í innsavningini til Haiti. Náttúru vannlukkur eru mangan orsøkin til, at stjørnur av ymsum slag trína fram, og bjóða seg til at hjálpa. Og soleiðis er eisini nú allir heimurin savnar pening inn til Haiti.

 

Linda Andrews og Laura, ið varð nummar tvey í X-Factor 2008 hava nú boðað frá, at tær verða við í innsavningini til neyðhjálpararbeiði í Haiti.

 

Tær fara at hjálpa við at framføra á einari gospel konsert, sum verður sunnudagin kl. 16.00.

 

Dorte Krogshede, ið syngur við gospelkórinum í Keypmannahavn við heitinum Conquerors, hevur tikið stig til konsertina. Og yvir 300 sangarar hava vent seg til Dorte við tí endamáli, at verða við í konsertini og soleiðis stuðla neyðhjálpararbeiðinum í Haiti.

 

- Tað ávirkar okkum øll at síggja myndirnar í bløðunum av Haiti. Vit síggja børn, sum leita eftir foreldrunum, og mammur, sum savnast í bøn fyri teirra nærmast, sigur Dorte Krogshede, stigtakari.

 

Atgongumerkini kosta 100 krónur, og peningurin fer óskerdur til Haiti.