X-Factor sangarar sleppa á Musikkskúla

Finalistarnir í donsku X-Factor kappingini fáa boðið pláss á tónleikaskúla í Oure.

Danmarks Radio, Sony Music og Oure Musie hava gjørt eitt samstarv, sum tryggjar X-Factor sangarunum pláss á skúlanum, hava teir hug til tað.

DR hevur fingið skotið í skógvarnar, at sangararnir í X-Factor verða sleptir upp á fjall, eftir at teir hava luttikið í kappingini, og nýggja tilboðið skal helst síggjast í ljósinum av hesum atfinningum.

Nýggja skeiðið á Oure Music er serliga gjørt til tey, sum hava verið við í X-Factor kappingini.