Ungi finalisturin frá ársins X-factor kapping, Mohammed Ali, verður høvuðsnavnið á Barnafestivalinum í Grasagarði, sum í ár verður leygardagin 4. juli.
Aftur í ár skipar Margarinfabrikkin í Havn fyri Barnafestivalinum, sum enn eina ferð hevur nógv at bjóða tí yngsta ættarliðnum. Barnafestivalurin verður í Grasagarði leygardagin 4. juli frá klokkan 11 til 17.
Høvuðsnavnið á festivalinum hesa ferð er 15 ára gamli Mohammed Ali, sum kom heilt í finaluna í donsku X-factor kappingini, har hann leingi var stóri favoritturin hjá mongum. Nú kunnu ungu fjeppararnir í Føroyum eisini sleppa at uppliva hann »live«.
Fleiri góð nøvn
Harumframt kann Barnafestivalurin eisini bjóða nøvn sum Jensinu Olsen, kend frá eitt nú »Ding dang pappsang«, Trøllapætur og Ommuna, umframt Beintu, Absalon og Dukkudreingirnar.
Aftrat hesum verða kór, dansur, sjónleikur og annað við ungum frá Margarinfabrikkini á skránni, umframt at ein bólkur kemur frá Pakkhúsi 4 á Tvøroyri.
Fyrireikararnir arbeiða støðugt við at útbyggja Barnafestivalin, og ikki er óhugsandi, at okkurt annað navn fer at koma á plakatina aftrat.
Lesið meira í Sosialinum í dag.