?Jógvan Hansen var sera góður í X-factor fríggjakvøldið?. Orðini eigur føroyavinurin Jens Guð. Jógvan Hansen, sum vit áður m.a. hava hoyrt í bólkunum Aria og Kularrótum, er staddur í Íslandi, har ið hann starvast sum hárskeri. Men Jógvan hevur altíð havt eina góða sangrødd, og hetta eru íslendingar um at sannað. Nú luttekur hann í eini sjónvarpssending, sum eitur X-Factor. Í hesi sending skulu luttakararnir syngja, og so eru tað hyggjararnir sum umvegis sms-atkvøður avgera, hvør ið skal fara víðari frá sending til sending.
Fríggjakvøldið vóru 11 luttakarar eftir í hesi sjónvarp -sangkapping. Og ein teirra var klaksvíkingurin Jógvan Hansen. Jógvan sang eina jassutta útseting av lagnum ?Time after time? hjá Cindy Lauper. Og sambært Jens Guð slapp Jógvan sera væl frá hesi uppgávu. Jens Guð greiður frá, at hann sat á eini barr og hugdi at sendingini. Hann vísti á, at serliga genturnar vóru Jógvan-fjepparar.
Og tá ið úrslitið varð kunngjørt fríggjakvøldið, var Jógvan tann fyrsti, ið bleiv valdur at halda áfram í sendingini. Sostatt kunnu vit hava góðar vónir um, at Jógvan fer at standa seg væl í hesi kapping.











