Á Twitter, Facebook og á heimasíðuni hjá DR vóru hyggjarar í síðstu viku ónøgdir við, at sangirnir hjá luttakarunum vóru so ókendir. Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki ávirkað Blachman, sum aftur í kvøld heldur fast í tí ókenda.
Temaði hesa vikuna eitur "power", og hóast Blachman ikki hevur tikið boðini frá hyggjarunum til sín, so hava hinir dómararnir hugsa um støðuna.
Amanda fer at syngja lagið "Youth" hjá Daughter og Karoline syngur "The Gentle Roar" hjá Niki & The Dove. Jonas fer at syngja "Take Me Out" hjá Franz Ferdinand, Stephanie syngur "The Power Of Good Bye" hjá Madonnu og Chresten syngur eitt mash up lag við "Little Blach Submarines vs. No Church In The Wild" hjá The Black Keys og Jay-Z. Wasteland syngja "Stop for a Minute" hjá Keane og Anna & Lusanda syngja "Try Sleeping With A Broken Heart" hjá Alicia Keys.
X-Factor byrjar á DR1 í kvøld klokkan 19.00 føroyska tíð.