Eftir X-Factor umfar í gjár, ognaðu fleiri sær lagið Josephine hjá Teiti Lassen, ið Jógvan Joensen framførdi.
Í gjár vann Jógvan seg víðari til X-Factor finaluumfari, eftir at hann millum annað framførdi lagið ‘Josephine' hjá Teiti Lassen. Verður hugt á danska topp-listan fyri mest seldu sangirnar á iTunes, er greitt, at hyggjararnir hava dámt lagið væl. Sangurin hevur nevniliga otað seg heilt upp á eitt áttanda pláss yvir mest seldu sangirnar.
Á tónleikastroymingtænastuni, Spotify, er lagið eisini vælumtókt. Tølini stava neyvan bert frá tí, at Jógvan framførdi lagið til X-Factor í gjár, men sambært Spotify er lagið spælt fleiri 491.000 ferðir.